Hotel The Square ****
Býarskái: 4 dagar / 3 nætur, úr 4.795,-
Fyri hvønn íroknað flogferð og gisting í dupultkamari við morgunmati.
Eitt nýmótans hotel, ið liggur á sjálvum Ráðhúsplássinum. Hotellið er ein perla, tá hugsað verður um snið. Stílurin er reinur og gjøgnumførdur. Tey 267 kømrini eru stílrein, men einkult innrættað og hava allar hentleikar t.d. fønara, telefon, fylgisveinasjónvarp, high speed internet samband, aircondition og minibar. Baðirúmini hava brúsu. Á The Square eru tvey ráðstevnu-rúm við øllum nýmótans hentleikum. Tann stílreina og innbnóðandi forhøllin hevur bar og sniðgivnir fýrakantaðir møblar, sum eru sergjørdir til hotellið. Í forhøllini eru eisini teir rundu Arne Jacobsen stólarnir, sum eita "Eggið".
Prísdømi:
Prísur fyri hvønn ferðandi í dupultkamari, |
úr 4.795,- |
Íroknað flogferð og gisting við morgunmati, tá 2 vaksin ferðast og gista saman í lágárstíð. | |
Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn) | |
Einakamar | úr 2.000,- |
Superior kamar | |
Executive kamar | |
Junipr suite | |
Sí meira um kømurini her. |
Legg til merkis
- Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum ímillum Vágar og Keypmannahavn.
- Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
- Avmarkað nøgd.
Bílegging
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Skriva til booking@62n.fo ella ring á telefon 34 00 00
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin