• Við 62°N til

    Belfast

    Apríl 2023

BEINLEIÐIS VIKUSKIFTIS TÚRUR TIL BELFAST

Belfast er ein tann mest vælumtókti býurin í Norður Írlandi. Ein serstakliga vakur, sjarmerandi og søguligur býur, har tey lokalu møta tær við einum smíli. Býurin er lívligur og pakkaður við upplivingum, ríkari mentan, góðum matstovum og søguligum støðum.

Vitja heimskenda nútíðar savnið, Belfast Titanic, har Titanic bleiv teknað, bygt og sjósett - og hoyr um søguna, ferðina og um lagnuna.

Onnur hugtakandi støð at vitja eru tað gamla fongslið, Crumlin Road Gaol, tann elsti marknaðurin í Belfast St. George´s Market, fína býarpartin Cathedral Quarter, ið er pakkaður við matstovum, barrum og tónleikaframførslum, ið runga út á írsku gøturnar.

 

 

62°N - SO ER FERÐIN BYRJAÐ!

Leonardo Hotel Belfast****

Gisting við morgunmati á 4* Leonardi Hotel Belfast. Eitt stílreint og nútíðar hotel, ið liggur mitt í hjartanum í Belfast.

Nætur: 3

Prísir úr: 

5.590,-
Víðari