• 62°N

    Søgan um 62°N

Søgan um 62ºN byrjar longu afturi í sekstiárunum.

62ºN byrjaði undir navninum Flogfelag Føroya og søgan um Flogfelag Føroya er samstundis eisini søgan um ferðafólka flúgving til og úr Føroyum. Tað var Flogfelag Føroya, sum tók tey fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya. Flogfelag Føroya hevur øll árini merkt gongdina í flúgvingini, og tað ger fyritøkan enn tann dag í dag.

Tað var í 1961, at Lars Larsen ein av stigtakarunum til Flogfelag Føroya, setti seg í samband við Iceland Air fyri at vita, um teir høvdu áhugað í at flúgva til Føroya.

Eingilsmenn bygdu undir seinna veraldarbardaga flogvøll í Vágum. Eftir at kríggið var endað, og eingilsmenn vóru farnir av landinum, stóð flogvøllurin so at siga ónýttur. Sjálvur hevði Lars Larsen starvast saman við eingilsku hermonnunum á flogvøllinum, so hann kendi til flogvøllin.
Tað var eisini ein roynd at gera nyttu burturúr flogvøllinum, at Lars setti seg í samband við íslendingar.
Árið eftir kom svar frá íslendingum, og teir vístu áhuga og góvu eitt játtandi svar. Tað var sjálvur stjórin hjá Iceland Air, sum svaraði fyrispurninginum, men enn vóru ikki allar súðir syftar.

Sama ár eydnaðist tað at skipa fyri uppvísningi. Tað var á vestanstevnu, at eitt McDonald Douglas DC-3 flogfar hjá Iceland Air fleyg uppvísningstúr í Vágunum. Hetta vakti veruliga ans millum føroyingar, sum fingu eyguni upp fyri flúgving og møguleikanum at hava flúgving til og úr Føroyum. Tá var einasta sambandi við umheimin sjóvegis, og hetta vóru oftani bæði langir og drúgvir túrar.
Arbeitt varð víðari við ætlanini í 1962-63. Tí tað var nógv, sum skuldi fáast uppá pláss.

Tað var í 1963, at Føroyar vórðu settar á eina flogleið á Iceland Air. Talan var í fyrstu atløgu um, at Føroyar vórðu lagdar afturat sum ferðamál á einari flogleið, sum eisini taldi Reykjavík og Keypmannahavn.

Tað var í hesum sambandi, at íognarfelagið Flogfelag Føroya varð sett á stovn. Hetta var í juni mánaði 1963. Tað vóru Hugo Fjørðoy og Lars Larsen, ið tóku stig til at stovnseta felagið. Fyrstu tvey árini hjá felagnum var Ragnvald Larsen, bróður Lars Larsen, eisini við.

Soleiðis ber til at siga, at Flogfelag Føroya at kalla setti Føroyar á kortið innan flogferðslu, og vóru hesi stigini slóðbrótandi fyri føroyska samferðslu.

Uppgávan hjá Flogfelag Føroya var at taka sær teimum neyðugu viðurskiftunum hjá fremmandu flogførunum í Føroyum. Flogfelag Føroya var umboðið hjá flogfeløgum í Føroyum. Hetta verður rópt fyri handling, og hetta fæst Flogfelag eisini við í dag.

Í 1964 gjørdist Flogfelag Føroya GSA-umboð (General Sales Agents) fyri Iceland Air. Árið eftir fekk Flogfelag Føroya somu uppgávu at røkja vegna SAS.

Iceland Air røkti rutuna til 1971, tá Danair tók yvir. Í 1977 kom Maersk Air uppí. Teir byrjaðu tá at røkja regluliga rutuflúgving fyri Danair við teirra Boeing 737. Í 1988 byrjaði føroyska flogfelagið Atlantic Airways eisini at flúgva úr Føroyum við teirra BA-146 flogfari.

Leikluturin hjá Flogfelag Føroya hevur øll árini verið at virka sum tann forlongdi armurin hjá útlendsku flogfeløgunum í Føroyum. Av fyrstani tíð tók Flogfelag Føroya sær av allari handling av flogførum. Hetta slag av virksemi hevur Flogfelag Føroya eisini gjørt øll árini síðani felagið byrjaði at virka, og tað verður eisini gjørt í dag. Hetta ber við sær nógvar uppgávur, sum skulu røkjast. Alt frá mati til brennievni skal felagið taka sær av. Hetta eru stórar og krevjandi uppgávur, men Flogfelag Føroya hevur øll árini klárað at hildið seg eitt stig frammanfyri krøvini og tørvin hjá flogfeløgunum.

Eisini hevur Flogfelag Føroya tikið sær av selja ferðaseðlar. Felagið hevur sum áður nevnt verið GSA-umboð líka síðani byrjanina fyri Iceland Air, og eisini er felagið GSA-umboð fyri SAS í Føroyum.

Longu frá 1963 hevur Flogfelag Føroya selt ferðaseðlar eftir IATA skipanini. Hetta er ein altjóða skipan, sum setir aðalkrøv og samstundis virkar sum bindilið millum flogfeløg kring allan heim, sum øll skulu lúka krøvini.

Ferðaseðlasølan er eisini nakað, sum hevur merkt felagið øll árini. Útviklingurin hevur eisini verið øgiligur. Skiftandi skipanir hava millum ár og dag gjørt seg galdandi. Í dag nýtir Flogfelag Føroya tað sokallaðu SMART Amadeus skipanina, sum loyvir felagnum at bíleggja ferðaseðlar kring allan heim, eisini eitt nú tokferðaseðlar kunnu bíleggjast á somu skipan, soleiðis at tann ferðandi í dag gjøgnum Flogfelag Føroya kann syrgja fyri øllum teimum neyðugu ferðaseðlunum á einum stað og áðrenn fráferðina.

Tey, sum hava roynt at flúgva til ella úr Føroyum, vita, at veður og vindur ikki altíð vilja tað soleiðis sum ferðafólkini ætlað tað. Tøkniligu framstigini hava gjørt, at nú á døgum ber betri til hjá flogførum at seta seg í Føroyum í ringum veðrið, hóast tað enn kemur fyri, at flogfør ikki fáa sett seg í Føroyum.
Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Flogfelag Føroya lat smíða eitt hotel við flogvøllin í Vágum. Tað var í 1978, at nýggja og stásiliga hotellið stóð liðugt. Ætlanin var, at hotellið skuldi nøkta tann tørv, sum mongu seinkingarnar settu. Tí tá var tað ikki altíð líkatil at leita avaftur oynni, um seinkignar tóku seg upp. Áðrenn hevði verið dúvað uppá privata hýsing. Hetta var tó neyðugt at nýta við jøvnum millumbili, og enn í dag verður henda loysn nýtt, tá tað ikki er pláss fyri øllum á sjálvum hotellinum.

Í 1992 fór Hugo Fjørðoy burturúr. Árið eftir varð Flogfelag Føroya skipað sum partafelag. Í veruleikanum varð felagið gjørt til tvey feløg. Tann parturin, sum í dag kallast fyri Flogfelag Føroya tekur sær ikki av eitt nú søluni av brennievni til flogfør. Broytingin er tó ikki størri enn so, at Flogfelag Føroya saman við nýggju fyritøkuni framvegis tekur sær av øllum tí, sum tað av fyrstan tíð gjørdi.

Í septembur 2007 broytir Flogfelag Føroya navn til 62ºN.

Nýggjar tíðir merkir eisini, at felagið tekur nýggj stig. 62ºN hevur eisini seinastu árini fingist við at leiga bilar út í samstarvi við altjóða fyritøkuna Hertz.

Alt hetta merkir, at 62ºN í dag fæst við flogferðasølu, handling og bilaútleigan.

Tað merkir, at 62ºN í dag, eins og áður, myndar ein stóran part av flogferðavinnuni í Føroyum. Við hollum royndum, dugnaligum starvsfólki og góðum samstarvsfeløgum, verður virksemið hjá felagnum framhaldandi avgerðandi millumliðið í føroyskari flogferðslu.