• 62°N

    Treytir

Treytir

Atlantic Airways og onnur flogferðaselskap hava eina fjølbroytta prísskipan, har tú kanst velja millum bíligari og hægri prísir, alt eftir hvat hevur tín størsta áhuga. Hvør bólkur kann innihalda fleiri prístrin, og tí kann altíð koma fyri prísmunur omaná møgulig broytingargjøld. Bíleggingarskipanin vísir altíð bíligasta tøka prís í hvørjum bólki.

 

Nýggju ferðaseðlasløgini hjá Atlantic Airways

Les meir um treytirnar hjá Atlantic

 

Ferðaavgjøld

Partur av ferðaseðlaprísinum fer til ferðaavgjøld, og tað er ymiskt frá landi til land. Hvørt land kann uttan nakra fráboðan innføra nýggj avgjøld ella hækka um tey núverandi avgjøldini. Tey kunnu tí broytast frá bíleggingarløtuni til fráferð ella millum fráferð og heimkomu, og hendan útreiðslan verður áløgd ferðandi.

 

Ferðaskjøl

Tað er ábyrdin hjá tí ferðandi, at kannað eftur at navn, fráferðar/-heimkomu dato, ferðamál, gistingarskjøl vm. er røtt og samsvarað við tað bílagda áðrenn fráferð.