• Starvslýsing

    Morgunmatarfólk

    62°N hotel

62°N hotel | Morgunmatarfólk

Vit sóknast eftir einum starvsfólki til okkara morgunmatartoymi á 62°N hotel, sum tekur ímóti ferðafólki úr øllum heiminum.

Uppgávurnar fevna m.a. um at gera matin kláran, dekka upp, rudda av, og at syrgja fyri at gestirnir á fáa eina góða uppliving frá morgunstundini.

 

Vit vænta, at umsøkjarin

  • er tænastusinnaður, smílandi og fryntligur
  • arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • er skipaður, sjálvstøðugur og tekur ábyrgd

 

Talan er um eitt áhugavert starv í einari blómandi vinnu, har tú hittir fólk úr øllum heiminum. Starvið er uml. 30 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er frá kl. 06.00 til 12.00. Starvsbyrjan eftir avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsannu Vang, hotel leiðara, á teldupost susanna@62n.fo. Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo.

 

62°N er ein av fremstu aktørunum innan ferðavinnu í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki:

ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel, bilaleiga og handling av flogførum á Vága Floghavn. Les meira um virksemið hjá 62°N á okkara heimasíðu 62n.fo