• 62°N

    Leys størv á 62°N

Móttøkulærlingur til 62°N hotel

Ferðavinnan í Føroyum stendur í besta blóma, og ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitjað okkara oyggjar. Vit søkja tí eftir einum røskum og dugnaligum móttøkulærlingi til 62°N hotel, sum liggur mitt í hjartanum av Tórshavn.

Uppgávurnar fevna m.a. um

- Tryggja at góða gongdin heldur áfram, og at hotellið verður væl vitjað

- Inn- og útskriving av gestum

- Samskifti við kundar og samstarvsfelagar

- Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at umsøkjarin

- Er tænastu- og sølusinnaður

- Er skipaður, sjálvstøðugur og tekur ábyrgd

- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt

- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði

Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv við starvsetan skjótast møguligt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsannu Vang, hotel leiðara, á tlf. 73 35 50 ella á teldupost susanna@62n.fo.

Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo og vera allar umsóknir viðgjørdar í trúnaði.

62°N er ein av fremstu aktørunum innan ferðavinnu í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki:

ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel, bilaleiga og handling av flogførum á Vága Floghavn. Les meira um virksemið hjá 62°N á okkara heimasíðu 62n.fo