• 62°N

    Keypstreytir

Treytir við keyp av ferðum

Treytir fyri ferðir keyptar ígjøgnum 62°N
62°N verður her eftir nevnt ‘ferðaskrivstovan’ í tekstinum niðanfyri.

Rætt navn á ferðaseðilin
Tann ferðandi hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu nøvnini frá teimum ferðandi. Nøvnini skulu altíð samsvara við navnið í passinum. Tað áliggur tí ferðandi, so skjótt ferðaseðlar og onnur skjøl í samband við ferðina eru send til viðkomandi, at tryggja at upplýsingar á skjølum eru rættir.
Ferðaskrivstovan átekur sær ongar skyldur í tí føri at skeivt navn er orsøk til at ferðin ikki kann gjøgnumførast. Tað áliggur øllum ferðandi at eftirkanna ferðaseðlarnar so skjótt teir eru móttiknir.

Ferðatíðir
Allar tíðir á ferðaseðlinum eru lokalar tíðir á ymisku ferðamálunum.

Gjald
Vit veita ikki kreditt til privat kundar, ferðin eigur at vera goldin til tíðina sum seljarin hevur upplýst at hon eigur at verða goldin. Umframt vanligar bankaflytingar, hava vit eisini gjaldsskipanina ”DIBS”. Við hesari skipan ber til at trekkja upphæddina av kortinum hjá tí ferðandi. Tann ferðandi gevur okkum kortnummarið, og harvið eisini heimild at taka avtalaðu upphæddina av kortinum. Vit goyma ikki kort upplýsingar í skipanini, um hetta ikki er avtalað áðrenn. Til ber eisini at flyta peningin gjøgnum Epay.
Gjaldast kann á okkara heimasíðu undir teiginum 'Online Gjalding', ella við at trýsta her

Broytingar av ferðaseðlum
Ymiskar reglur eru fyri broytingum av ferðaseðlum. Spyr seljaran um hetta tá ið tú bíleggur.

Avlýsing av ferðaseðlum
Ymiskar reglur eru fyri avlýsingum. Spyr seljaran um hetta tá ið tú bíleggur.

Bilaleiga - Treytir við avlýsing
Fleiri enn 7 dagar innan heintan, fult endurgjald (tó 500 kr. avlýsingargjald)
Færri enn 7 dagar innan heintan, onki endurgjald

Bilaleiga - Undirsjóvartunlar
Túrar ígjøgnum tunlarnar vera sjálvvirkandi skrásettir.
Tá bilurin er avleveraður aftur til okkum, blívur gjald fyri túrarnar trekt av gjaldskorti tínum. Tær nýtist IKKI at rinda fyri tunlarnar við nærmastu støð, sum upplýst verður á skeltunum.


Pass og visum

Tað er tann ferðandi sum hevur ábyrgdina av at hesi viðurskifti eru ílagi. Tann ferðandi eigur at fylgja við um visum krevst til bílagdu ferðina. Tað er somuleiðis tann ferðandi sjálvur sum eigur at fylgja við um transitvisum er neyðugt, hetta tá ferðin er via okkurt annað land á veg til endaliga ferðamálið.
Meira kunning um hesi viðurskifti er at finna á heimasíðuni hjá Udenrigsministeriet www.um.dk

Visum til Amerika
Viðvíkjandi visum til Amerika, tá ið steðgað verður minni enn tríggjar mánaðir.
Tá ferðast verður til Amerika, skal eitt ESTA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Skemaðið verður útfylt og sent elektróniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingið uppihaldið í Amerika er. Um uppihaldið í Amerika er longri enn tríggjar mðr, krevst EISINI eitt visum frá amerikonsku sendistovuni í Danmark. ESTA kann útfyllast her 

Umframt visum, skal ferðaskrivstovan hava upplýsingar úr passinum. Vit viðmæla at tann ferðandi letur inn avrit av passinum til ferðaskrivstovuna. Tað er tann ferðandi sjálvur sum hevur ábyrgdina av at ferðaskrivstovan fær røttu upplýsingarnar. Kann ein ferð ikki gjøgnumførast tí upplýsingar ikki samsvara við pass, kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast fyri hettar.

Koppseting
Á heimasíðuni hjá Statens Serum Institut, ber til at síggja hvørjar koppsetingar verða viðmældar til hvørt einstakt land. Fyri meira kunning, sí www.ssi.dk

Check-in tíðir
Tað áliggur tí ferðandi at møta í góðari tíð til fráferðirnar. Tíðirnar fyri check-in skulu altíð vera fylgdar. Kunnið tykkum meira um hetta hjá flogfeløgunum ella á flogvallaheimasíðunum tit ferðast frá.

Ábyrgd / reklamatiónir
Ferðaskrivstovan er agentur fyri flogfeløgini, men tað er til eina og hvørja tíð flogfelagið sjálvt sum skal syrgja fyri at ferðin verður gjøgnumførd. Verður ferðin ikki gjøgnumførd av einar ella aðrari orsøk sum ferðaskrivstovan ikki hevur ávirkan á, so kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi. Í tílíkum føri verður ferðin ikki endurrindað.

Konkurs
Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast um eitt flogfelag ferð konkurs. Ferðin verður ikki endurrindað í tílíkum føri. Tað er ikki møguligt at keypa konkurstrygging í Føroyum. Sama er galdandi fyri bílagt hotelltuppihald, bilaleigu, charterferðir, summarhús, feriuíbúðir o.a.

Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast fyri konkurs hjá veitarum.

Pakkaferðir
Pakkaferðir sum eru keyptar frá ferðaskrivstovuni eru umfataðar av somu treytum sum omanfyri nevnt. Ein pakkaferð er ein ferð ið er samansett við tveimum ella fleiri veitarum. Tað kann t.d. vera flogferð og hotell sum ein pakki, ella t.d. flogferð og charterferð sum ein pakki. Føroyskar ferðaskrivstovur eru ikki limir í ”rejsegarantifonden”, og fylgja tískil ikki teimum treytum sum hesin stovnur setur til danskar ferðaskrivstovur.

Tryggingar
Tað áliggur tí ferðandi at tekna neyðugar tryggingar. Kunnið tykkum um hesar møguleikar hjá tryggingarstovnum kring landið.

Sundurskildir ferðaseðlar
Í dag er tað vanligt at bíleggja sundurskildar ferðaseðlar. Hetta merkir at ferðaseðlarnir eru ikki samanhangandi. Tað kann t.d. verða ein ferðaseðil við Atlantic Airways og Lufthansa. Orsøkin kann vera at tað ikki finst nøkur avtala ímillum flogfeløgini, ella tí at tað er bíligari fyri kundan at gera ferðaseðilin í tveimum. Treytirnar við ikki samanhangandi ferðaseðlum eru nógv strangari enn við samanhangandi ferðaseðlum. Eitt nú tá ið seinkingar eru vegna veður. Tá kunnu flogfeløgini ikki ábyrgdast um ferðaseðilin ikki er samanhangandi. Tískil kann koma fyri at ferðaseðlar vera mistir um tann ferðandi ikki møtir upp til ásettu tíðina o.a. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi, og tískil er tað umráðandi at spyrja seg fyri tá ið bílagt verður.

Aðrar viðkomandi treytir fyri ferðina
Flogfeløgini skulu eisini uppfylla EU og IATA treytir. Leinkjur til síðurnar er at finna undir
”Flypassageres rettigheder”, á IATA her  

 

BANKA konto

BETRI

Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Reg. nr.: 9181
Konto nr.: 2806454
IBAN: FO67 9181 0002 8064 54
Swift: EIKB FO TF

DANSKE BANK

Holmens Kanel 2
1090 København K
Reg. nr.: 3001   
Konto nr.: 3001338145
IBAN: DK89 3000 3001 3381 45
Swift: DABA DK KK