Leinkjur

Ferðslan í dag á Vágafloghavn

innskrinving við Atlantic Airways

 

Bussur til og av flogvøllinum í Vágum

Áðrenn klokkan 20.30
Í samband við fráferð og komu hjá Atlantic Airways, koyra bussar hjá Bygdaleiðum millum Farstøðina í Havn og Vága Floghavn. Ferðin hvønn vegin tekur umleið 45 minuttir. Sí fráferð og komu á heimasíðuni hjá Strandferðsluni her.

Eftir klokkan 20.30
Lendir flogfarið eftir klokkan 20.30, er eingin trygd fyri, at bussur hjá Bygdaleiðum fer av flogvøllinum í hesum sambandi.
Set teg í samband við:

Bussferðir tel. 31 31 61 
Mini-buss koyring tel. 22 94 24       .

Amerika (ESTA)

Tá ferðast verður til Amerika, skal eitt ESTA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Hetta skema verður útfylt og sent elektroniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingi uppihaldið í Amerika er. Um uppihaldið í Amerika er longri enn tríggjar mðr, krevst eitt visum frá amerikansku sendistovuni í Danmark aftrat hesum.

Fyll út ESTA skema her.

 

Koppseting

Á heimasíðuni hjá Statens Serum Institut, ber til at síggja hvørjar koppsetingar verða viðmældar til hvørt einstakt land. Fyri meira kunning, sí www.ssi.dk

 

Viðføri

Vanligt viðføri
Um tú ferðast við einum SVEIM+ ferðaseðli hevur tú loyvi at hava 2 stk. á 23 kg við í viðføri og 8 kg í hándviðføri (mát á hándviðføri 45x35x20)

Um tú ferðast við einum SVEIM ferðaseðli hevur tú loyvi at hava 2 stk. á 23 kg við í viðføri og 8 kg í hándviðføri (mát á hándviðføri 45x35x20)

Um tú ferðast við einum LÀGPRÍS ferðaseðli hevur tú loyvi at hava 1 stk. á 23 kg við í viðføri og 8 kg í hándviðføri (mát á hándviðføri 45x35x20)

 

Yvirvekt
Tú kann innskriva eyka viðføri á rutunetinum úr Føroyum. Kostnaðurin fyri hvørt stk. á 23kg úr 249kr, um viðføri er tyngri 23,1-32 kg kostar hetta úr 199kr eyka. 

Bóka setur
Tú kann bíleggja tær setur á flogferðini við bílegging. Kostnaðurin fyri hetta er úr 65kr.

Barnavognar
Barnavognur skal innskrivast við fráferð. Eingin kostnaður um barnið er við á ferðini. 


Súklur
Súklur skulu innskrivast við fráferð.

Ljóðføri
Tað er loyvt at hava ljóðføri við í kabinuna, um støddin líkur mátini fyri hondviðføriL Ljóðføri størri enn hetta skulu innskrivast sum vanligt viðføri. Cello kann takast við í kabinuna, men pláss má bíleggjast saman við ferðaseðlinum. Kostnaðurin fyri cello er tann sami sum ferðaseðilin hjá eigaranum, tó uttan ferðaavgjøld.

 

Børn

Hvat kostar ein ferðaseðil til eitt barn?
Tað er ymiskt, alt eftir hvat flogfelag tú flýgur við. Hjá Atlantic Airways og SAS eru fylgjandi galdandi.
Børn 0 -1 ár gjalda uml. 10% av kostnaðinum hjá foreldrunum.
Børn frá 2 -11 ár gjalda 50% av ferðaseðlaprísinum + avgjøld.

Barnamatur
Tilber at keypa mat við bílegging ella umborð.

Kann eitt barn ferðast einsamalt ?
Eitt barn skal vera fylt 5 ár fyri at ferðast einsamalt. Upplýsast skal hvør fylgir barninum avstað og hvør heintar tað við komu. Ein flogterna heldur eyga við barninum umborð á flogfarinum.
Eykagjald fyri hesa tænastu kostar úr kr 250,- hvønn veg.

 

Kvinnur við barn

Um tú ert við barn, og ætlar tær út at ferðast við flogfari, eru nakrar reglur galdandi, ið eru til fyri trygdina hjá mammu og ófødda barninum. 
Frá viku 0 - 34 er ikki neyðugt við læknaváttan, um kvinnan annars hevur tað gott.
Frá viku 35 -37 krevst læknaváttan.
Frá 38 viku er ikki loyvt at flúgva.

 

Nú krevst pass ella annað samleikaprógv í ávísum førum.

Minst til passið ella annað alment útgivið samleikaprógv við mynd, tá ið tú fert við flogfari av landinum.

Um tú ert norðurlendskur ríkisborgari yvir 18 ár og skal ferðast til annað norðurlendskt land  ella innan tey norðurlendsku londini, er pass ikki treytað, men tú skalt kunna vísa eitt alment útgivið samleikaprógv við mynd (t.d. koyrikort) ella annað samleikaprógv við persóntali (t.d. persóntalskort, P-talskort / CPR-nummerbevis ella danskt sygesikringsbevis). 

Persónar undir 18 ár skulu kunna vísa alment útgivið samleikaprógv  t.d. persóntalskort (P-talskort / CPR-nummerbevis), "sygesikringsbevis", dóps-/navnaváttan ella barnsburðarváttan, um tey ikki hava fingið navn.

Alment útgivin samleikaprógv, sum kunnu góðtakast í norðanlondum:

· Tjóðarsamleikaprógv (bert Svøríki)
· Onnur national alment útgivin samleikaprógv við mynd.
· Nationalt útgivin koyrikort.
· Hernaðarlig- og løgreglu-ID-kort.

Um tú ert norðurlendskur ríkisborgari og skal ferðast uttanfyri norðurlond krevst fullgilt pass ella annað góðkent ferðasamleikaprógv. (Bert Svøríki hevur tjóðarsamleikaprógv, ið kann brukast ísatðin fyri pass).

Um tú ert ríkisborgari í einum landi, sum ikki er við í Schengen-sáttmálanum, krevst fullgilt pass ella annað góðkent ferðasamleikaprógv.

 

Húsdjór

Kann eg hava hund / kettu við umborð á flogfarið?
Hundurin / kettan má hægst viga 8 kg og skal vera í IATA góðkendari tasku fyri at sleppa í kabinuna og tað kostar 32,- pr. kg ( hundur + taska ).
Um hundurin / kettan vigar meira enn 8 kg skal hundurin í lastarúmið í góðkendari IATA tasku.
Viðv. djóraflutningi vinarliga kannað heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Bílegging av húsdjóra flutningi
Flutningur av húsdjórum má altíð bíleggjast og góðkennast til flutning, áðrenn tey kunnu takast við. Ring til okkum og bílegg húsdjóraflutning.

 

Slakað krøv til ferðafólk, sum skulu ferðast við flogfari til ella í Stóra Bretlandi (UK)

Galdandi frá nú, verða hesi tiltøk sett í verk fyri øll ferðafólk, sum byrja teirra flogferð úr einari bretskari floghavn og fyri tey, ið skulu ferðast víðari (transfer) millum floghavnir í Bretlandi.

Hvørt ferðafólk hevur loyvi at hava við sær EITT handviðføri gjørnum trygdareftirlitið.

Viðvíkjandi støddini á handviðførinum, so verður eitt viðføri, sum er inni í einum øðrum viðføri at síggja sum ein partur av samlaða handviðførinum. Støddin á handviðførinum má ikki verða størri enn: longd 56 cm, breidd 45 cm og djúbd 25 cm (hetta við hjólum, hantaki, síðu lummum osv.).

Støddin á hondviðføri umborð á flogførum hjá Atlantic Airways má tó ikki vera størri enn: longd 50 cm, breidd 40 cm and djúpd 25 cm vegna plássavmarkingum undir stólunum og í skápunum umborð.

Frávik er frá avmarkingini um, at bert EITT handviðføri er loyvt fyri hvørt ferðafólk, um talan er um ljóføri (tónleikainstrument), sum eru ov stór til at passa í tað eina handviðføri, ið loyvt er at hava við.
Afturat tí eina loyvda viðførinum nevnt omanfyri, hevur hvør ferðandi loyvi til at taka eitt ljóðføri í tess kassa/bjálva (ongi onnur ting mugu vera í kassanum/ bjálvanum uttan ting, sum hoyra til ljóðføri sjálvt).
Allir lutir tey hava við sær skulu kannast í røntgu (x-ray screening).

Onki flótandi yvirhøvur er loyvt at hava við sær umborð uttan niðafyri nevndu:
*Neyðugur læknafyriskipaður heilivágur og medicinsk útgerð neyðug á flogferðini. Hetta má tó ikki verða í flótandi formi, uttan at tað kann staðfestast, at hann er ektaður sambart brævi Dr. Paul Durmant dagfets 11. august 2006.

*Barnamjólk og flótandi barnamatur neyðugur á flogferðini (innihaldi í hvørjum ílati skal smakkast av viðkomandi, sum ferðast við barninum).

Tað, sum her verður kalla flótandi umfatar eisini gel (gelé), pasta, lotion, ymiskt blanda flótandi/fast og innihaldið í íløtum undir trýsti, so sum tannpasta, hár gelé, drykkjuvørður, suppa, syrop, perfuma, deodorant, rakiskúm og ymiskt at drekka, spreydunkar, osv.

Farteldur og størri elektrisk tól (so sum stórir hárturkarar) skulu takast úr hondviðførinum og skulu leggjast í ein bakka, soleiðis at teir ikki eru í vegin fyri kanningini. Røntgen operatørurin kann nokta at røntgenkanna ella hondkanna viðføri, sum ikki lýkur hesi krøv.

Gangistólar og rullustólar eru loyvdir, men teir skulu røntgenkannas.

Um tað ikki er møguligt, skulu teir kannast við spreingievnissportólum ella kannast sera gjølla visuelt, áðrenn teir sleppa gjøgnum trygdareftirlitið.

Afturat hesum skulu øll ferðafólk, sum skulu til USA og allir teirra lutir, eisini teir lutir tey møguliga hava fingið aftaná tey fóru gjøgnum trygdarlitið, trygdarkannast einaferð afturat, áðrenn tey fara gjøgnum "gate" umborð á teirra flogfar. Allir løgir verða tiknir frá ferðafólkunum, áðrenn tey sleppa umborð (eisini vatnfløskur).

Ferðafólk verða biðin um at pakka teirra viðføri soleiðis, at tey lúka krøvini omanfyri, áðrenn tey koma til floghavnina. Tey verða eisini biðin um at koma í góðari tíð frammanundan fráferð, soleiðis at tey sleppa ígjøgnum trygdareftirlitið áðrenn flogfráferð.

 

Serligar tænastur

Tá bílagt verður um internetið ber ikki til at bíleggja hesar tænastur.

* Einsamøll børn
* Serligt viðføri
* Húsdjór
* Serligan mat (Diabetikaramat ella barnamat t.d.)

Omanfyristandandi má bíleggjast saman við ferðaseðlinum frá 62ºN travel á tel. 34 00 00, sjálvandi treytað av, at ferðaseðilin er keyptur frá okkum.
Børn millum 5 og 11 ár kunnu ferðast einsamøll ímóti eykagjaldi. Les meiri um hetta undir  "Bílegging/Børn".

* Hjálp til upp og niðurbering
* Hjálp til og frá flogfari
* Koyristólur

Hesar tænastur skulu bíleggjast í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð á tel. 34 00 00 
Bíleggingarnummar má upplýsast.

Um sertænastur eru bílagdar og tann ferðandi ikki møtir upp, so verður rokning send áljóðandi kr. 1.000,- fyri hvørt strekki tænastan er umbiðin fyri.

 

Kunning frá Statens Luftfartsvæsen

EU har vedtaget regler, der begrænser mængden af væske, som flypassagerer må medbringe i deres håndbagage. Reglerne gælder for alle flypassagerer, der rejser fra EU-lufthavne. EU's vedtagelse af reglerne skal ses på baggrund af situationen i London den 10. august, hvor britiske myndigheder afslørede planer om at sprænge fly i luften ved hjælp af flydende sprængstof.

Reglerne betyder, at det fremover kun er tilladt at medbringe mindre mængder af væske og flydende stoffer i håndbagagen. Samtidig bliver det nu et krav, at du skal tage overtøjet af og tage bærbare computere og anden større elektronik ud af din taske inden sikkerhedseftersynet.

Hvad må jeg medbringe?

Når bagagen pakkes

  • I håndbagagen er det kun tilladt at medbringe væsker eller flydende stoffer i beholdere, der maksimalt kan rumme 100 milliliter (én deciliter).
  • Du må godt medbringe mere end én beholder i sin håndbagage, men ikke flere end der kan være i en gennemsigtig, genlukkelig pose med et rumfang på én liter.


I lufthavnen
Ved sikkerhedseftersynet skal flypassagererne fremvise de beholdere man medbringer, som indeholder væsker eller væskeformige stoffer.

  • Du skal tage sit overtøj af (jakke, frakke mv.), da dette skal screenes for sig selv. Overtøj placeres på båndet før du selv går igennem sikkerhedseftersynet.
  • Hvis du medbringer større elektronisk udstyr - f.eks. en bærbar computer - skal dette også screenes for sig selv, og skal derfor tages ud af tasken og lægges på båndet før du går igennem sikkerhedseftersynet.
  • De nye regler træder i kraft mandag den 6. november 2006 og omfatter alle lufthavne indenfor EU samt lufthavnene i Norge, Island og Schweiz. Reglerne vil være gældende indtil videre.


Væsker og væskeformige stoffer
Når der i EU-reglerne nævnes væsker, gelé og væskeformige substanser omfatter det mere end f.eks. vand og læskedrikke. Det drejer sig bl.a. om:

  • Væsker som f.eks. vand, juice, saft, suppe og sirup
  • Parfume, barbersprit, eau de cologne o. lign
  • Delvist flydende stoffer som f.eks. hårshampoo og tandpasta.
  • Olier og cremer, f.eks. håndlotion eller solcreme
  • Indholdet i beholdere under tryk, f.eks. deodorant, barberskum o. lign.
  • Blandinger af faste og flydende stoffer


Da væsker og væskeformige stoffer efter EU's regler kun må medbringes i flypassagerens håndbagage i beholdere, der kan rumme maksimalt 100 milliliter (én deciliter), er det vigtigt, at den enkelte flypassager allerede hjemmefra sikrer, at væsker og væskeformige stoffer i størst muligt omfang er placeret i den indcheckede bagage (i kufferten).

 

 

meira kunning?

Skriva til okkum á booking@62n.fo
ella ring til okkum á tel. 34 00 00