Nyhedsbrev
Newsletter
Tíðindabræv

vælg sprog

vel mál

language

Business

Vit avgreiða øll ferðaviðurskiftið fyri fyritøkur/stovnar skjótt, gott og ómækaleyst.

24 tímar service
Eru trupuleikar undir ferðini, kunnu viðskiftafólk okkara seta seg í samband við døgntænastu okkara. 62°N travel døgntænasta er opin alt samdøgrið 7 dagar um vikuna. Ring á høvðusnummar okkara 340000, og boðklivin upplýsir fartelefonnummar hjá vakthavandi. Gevi gøtur, at Døgntænastan bert er til átroðkandi støður, ið ikki kunnu bíða.

Teldupost bílegging
Send bílegging á booking@62n.fo, nær tit ynskja at flúgva, um tit ynskja uppihald o.l. So avgreiða vit alt hetta, og senda ferðaseðil, hotelvoucher, faktura o.l. aftur umvegis teldupost.

SAS bonus skipan
Vit upprætta tær ein persónligan profil í okkara skipan, soleiðis at navn, teldupostur og telefonnummar liggur klárt tá tit bíleggja. Eisini leggja vit fegin títt EuroBonus-nummar inn í tín profil, soleiðis at tú fært stig fyri hvørja ferð tú bíleggur gjøgnum 62°N travel.

Fast samband
Hjá 62°N travel hevur tú sjálvsagt eisini møguleika at fáa ein fastan persón í okkara søludeild at samskiftast við. Hetta kann oftani vera ein fyrimunur, soleiðis at vit koma at kenna tykkara tørv enn betri, og kunnu tí veita enn betri tænastu.

62°N airport hotel
Er ferðaseðilin frá 62°N travel, so nýtist tær einans at gjalda hálvan prís á 62°N Airport Hotel. Les meira og síggj prísir her

Fundarvirksemi
Skalt tú skipa fyri einum fundi í Føroyum ella uttanlanda, og hevur brúk fyri fundarhølum, so hjálpa vit eisini fegin við hesum.

Kundi tú hugsa tær?

Tann ultimativi biltúrurin tvørturum USA

Ferðin byrjar í New York og endar í Los Angeles. 62°N Travel hjálpir tær við flogbillett og bilaleigu.
Les meira

Vikuskiftisferð í Keypmannahavn

Gisting á Crowne Plaza Copenhagen Towers, lekkurt 4 stjørna gistingarhús - beint við Fields og Metro Les meira

Maraton Malibu Beach

Kom við 62°N travel og renn maraton í Malibu Beach í California! Til ber at renna bæði ½ maraton ella fult maraton.Les meira