Nyhedsbrev
Newsletter
Tíðindabræv

vælg sprog

vel mál

language

Treytir og kunning um bilaleigu

Fyri at leiga bil krevst:, at førarin hevur gjaldskort. Hetta verður nýtt sum trygd fyri, at bilurin verður latin inn aftur í sama standi og við fullum tanga av brennievni.

Hevur leigarin eitt altjóða kreditkort, verður einki depositum kravt.
Hevur leigarin visakort, verður depositum trekt av kortinum. Upphæddin er ymisk frá landi til land, og er eisini treytað av bilbólkinum. Depositum verður endurgoldið, tá bilurin er latin inn aftur. Hetta sjálvandi treytað av, at eingin skaði er komin á bilin og tangin er fullur.


Í bilaleiguni frá Hertz er íroknað prísin:
fríir km, kasko, tjóvarítrygging, flogvallaravgjald  og mvg.
Til ber at tegna eykatryggingar á staðnum, har leigan fer fram

Danmark  
- depositum uml. kr. 1.500,- fyri persónbilar
- sjálvsábyrgd kr. 3.000,-
- sjálvsábyrgd við tjóvarí kr. 3.000,-
- einvegisleiga innanlands kr. 500,- fyri persónbilar og kr. 1.000,- fyri bussar
- einvegisleiða millum Kastrup og sentrum ókeypis
- aldursmark bólkur a-c: 21ár og hava havt koyrikort í minstalagi 1 ár
- aldursmark bólkur d og hægri: 25 ár
- eykagjald fyri førara undir 25 ár uml. kr. 65,- pr. dag
- eyka førari uml. kr. 35,- pr. dag, tó í mesta lagi uml. kr. 190,-
- barnastólur uml. kr. 190,-/barnapúta uml. kr. 95,-
hetta eru vegleiðandi prísir pr. 14. sep. 2007, sum kunnu broytast.
les meira um treytir á www.hertzdk.dk .

Stóra Bretland
- depositum millum £550 og £800
- sjálvsábyrgd £550, bólkur a, b, c
- sjálvsábyrgd £800, bólkur d og hægri
- sjálvsábyrgd við tjóvarí £550, bólkur a, b, c
- sjálvsábyrgd við tjóvarí £800, bólkur d og hægri
- aldursmark 23 ár og hava havt koyrikoyrt í minsta lagi 1 ár
- barnastólur uml. £10
- eykaførari uml. £12 pr. dag, í mesta lagi gjald fyri 10 dagar
hetta eru vegleiðandi prísir pr. 14. sep. 2007, sum kunnu broytast.
les meira um treytir á www.hertz.co.uk

Ísland
- sjálvsábyrgd  isk. 100.000, bólkur s, a, b, c, n, r, t
- sjálvsábyrgd isk. 170.000, bólkur d-p
- sjálvsábyrgd við tjóvarí isk. 100.000, bólkur s, a, b, c, n, r, t
- sjálvsábyrgd við tjóvarí isk. 170.000 bólkur d-p
- aldursmark 20 ár fyri bólk s, a, b, c, n, r, t
- aldursmark 23 ár fyri bólk d-p
- hava havt koyrikoyrt í minsta lagi 1 ár
- barnastólur uml. isk. 2.300
- eykaførari uml. isk. 255 pr. dag, tó í mesta lagi isk. 2250
hetta eru vegleiðandi prísir pr. 14. sep. 2007, sum kunnu broytast.
les meira um treytir á www.hertz.is

Kundi tú hugsa tær?

Tann ultimativi biltúrurin tvørturum USA

Ferðin byrjar í New York og endar í Los Angeles. 62°N Travel hjálpir tær við flogbillett og bilaleigu.
Les meira

Vikuskiftisferð í Keypmannahavn

Gisting á Crowne Plaza Copenhagen Towers, lekkurt 4 stjørna gistingarhús - beint við Fields og Metro Les meira

Maraton Malibu Beach

Kom við 62°N travel og renn maraton í Malibu Beach í California! Til ber at renna bæði ½ maraton ella fult maraton.Les meira