Konfirmatíon
Brúðleyp
Barnadóp
Veitslu
Móttøku
og mangt annað ...
Ynskja tit at halda ein merkisdag av einum hvørjum slagi, bjóða
vit okkum til at gera matin fyri tykkum og koyra hann til
dyrnar.
Maturin verður pakkaður í termokassar og er tí heitur, tá hann
kemur inn um dyrnar hjá tykkum.
Vit kunnu eisini standa fyri serveringini.
Bíleggjast má í minsta lagi til 10 fólk.
Avsláttir (út av húsinum):
Velur tú forrætt, høvuðsrætt og dessert verða 10% latin í
avsláttri
Avgreiðsla:
Suppa og aðrir forrættir á einnýtisføtum ella eftir avtalu. Heitir
rættir í termokassum.
Dessertir verða latnar prýddar.
Útkoyring móti gjaldi.
Íløt:
Kundin letur termokassar, føt o.t. aftur beinanvegin.
Rokning verður send fyri íløt, ið ikki verða afturborin.
Gjald:
Goldið verður kontant.
Ynskir tú okkurt, ið ikki er nevnt her, hoyra vit fegin frá tær og
seta eina matskrá saman, ið hóskar júst til tín og tínar
gestir.


